Hægra tilboðið tikið framum

Hægra tilboðið tikið framum
Tekniska nevnd í Tórshavnar býráð gekk móti tilmælinum frá umsitingini og valdi tilboðið, sum kostaði 350.000 krónur meira, tá ið støða var tikin til at breiðka veg í Kaldbak
04.05.2026 - 19:25

Arbeiðið er farið í gongd at breiðka vegin mitt í bygdini í Kaldbak. Tvey tilboð komu inn. Eitt tilboð var upp á 1,1 millión og eitt var upp á 1,5 milliónir krónur. Heilt neyvt var hægra tilboðið 350.000 krónur dýrari enn lægra tilboðið.

Tekniski stjórin og býarverkfrøðingurin mæltu til at taka av lægra tilboðnum og gera avtalu við veitaran. 

Samráðingar fóru í gongd og munlig avtala varð gjørd millum arbeiðstakaran og kommununa, men dagin eftir var arbeiðstakarin uppringdur og sagt var við hann, at tað var ein feilur í, og hin arbeiðstakarin, sum hevði hægra tilboðið skuldi fáa uppgávuna. 

Tað var tekniska nevnd í Tórshavnar kommunu, sum tók avgerðina um at takast skuldi av tilboðnum frá arbeiðstakaranum, sum hevði hægra tilboðið.

Elsa Berg, borgarstjóri, hevur síðani biðið um eitt uttanhýsis løgfrøðiligt upprit í málinum. 

Niðurstøðan hjá løgfrøðinginum er greið. Kommunustýrislimir eru bundnir at fyrisitingarrættinum, kommunan kann vænta at fáa krav um endurgjald frá tilboðsgevaranum við lægra tilboðnum, og kommunustýrislimir kunnu hefta persónliga fyri fíggjarligan miss, sum kommunan verður fyri vegan avgerðir/samtyktir, sum kommunustýrislimir/nevndarlimir í føstum nevndum hava verið við til at samtykkja.

Málið hevur elvt til hart orðastríð millum samgongulimir í Tórshavnar býráð.

Bergur Robert Dam Jensen, formaður í Teknisku nevnd, tekur harðliga til orðanna móti Elsu Berg, borgarstjóra.

Hvørgin av teimum hevur nakra viðmerking til málið í dag.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531