Breddin: Skattur og tøkugjøld í alivinnuni

Breddin: Skattur og tøkugjøld í alivinnuni
Skiftandi skipanir hava verið galdandi síðani 2010 - onkuntíð skattur, sum alivinnan vil hava, og onkuntíð tøkugjøld, sum politiskir flokkar vilja hava
Inntøkurnar frá alivinnuni hava ligið millum 200 og 300 milliónir árliga síðani 2016.
 
08.05.2026 - 09:18

Ein góð hálv milliard vantar í at taka inn í tilfeingisrentu í alivinnuni.

Inntøkurnar frá alivinnuni hava ligið millum 200 og 300 milliónir árliga síðani 2016.

Skiftandi skipanir hava verið galdandi síðani 2010 - onkuntíð skattur, sum alivinnan vil hava, og onkuntíð tøkugjøld, sum politiskir flokkar vilja hava.

Men í 2024 gjørdi undanfarna samgonga eina breiða semju um leistin, sum skuldi vera ein varandi loysn. Nú skal tað takast inn, bæði við skatti og tøkugjaldi. 

Onkur vildi sagt, at so er eingin glaður. Men politikararnir tykjast nøgdir við, at gjøldini til alivinnuna eru komin í eina fasta legu, sum eingin politiskt fer at broyta.

Men er tað ein góð loysn, spyrja vit í sendingini í dag.

Breddin klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602