575 løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið

575 løgdust aftrat fólkatalinum seinasta árið
1. apríl í ár búðu 55.279 fólk í Føroyum. Serliga nettotilflytingin er vaksin
Orsøkin til vøksturin er serliga nettoflytingin, sum er fleiri ferðir størri enn frá 2024 til 2025, bæði tí færri fluttu úr Føroyum, men eisini tí fleiri fluttu til Føroya, skrivar Hagstovan.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.05.2026 - 11:02

Fólkavøksturin var meira enn dupult so stórur frá apríl í fjør til apríl í ár, enn hann var frá apríl 2024 til apríl 2025.

1. apríl í ár búðu 55.279 fólk í Føroyum, 575, ella 1,1 prosent, fleiri enn 1. apríl í fjør.

Orsøkin til vøksturin er serliga nettoflytingin, sum er fleiri ferðir størri enn frá 2024 til 2025, bæði tí færri fluttu úr Føroyum, men eisini tí fleiri fluttu til Føroya, skrivar Hagstovan.
 
Nettoflytingin var 361 fólk.

 

 

Tveir triðingar av vøkstrinum eru danski ríkisborgarar.

Nettoflytingin hjá donskum ríkisborgarum var tí positiv fyri fyrstu ferð, síðani tíðarskeiðið frá mars 2021 til mars 2022. 

Burðaravlopið frá apríl í fjør til apríl í ár er 214 fólk.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454