Kunnu fiska 100.000 tons fyribils

Kunnu fiska 100.000 tons fyribils
Strandarlondini eru ikki endaliga samd um, hvussu svartkjaftafiskiskapurin skal skipast næsta ár
 
27.12.2013 - 14:59

Fyribils svartkjaftakvotan hjá føroyskum skipum næsta ár er 100.000 tons sambært kunngerð frá Fiskimálaráðnum.Strandarlondini eru ikki vorðin samd um, hvussu svartkjaftafiskiskapurin skal skipast næsta ár. Men sambært býtinum, sum hevur verið undanfarin ár, eiga Føroyar 228.000 tons í 2014.

ICES heldur tað vera ráðiligt at fiska 950.000 tons av svartkjafti næsta ár, stívliga 300.000 tons meira enn í ár. 

Føroyski parturin av strandalandakvotuni er 24 prosent. Strandarlondini eiga 92 prosent av heildarkvotuni. Hini átta prosentini eiga Russland og Grønland. Men fyri at føroysku skipini kunnu fiska svartkjaft alt fyri eitt eftir nýggjár, hevur Fiskimálaráðið tí ásett eina fyribils kvotu. Hon er 100.000 tons. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028