Hormuz-sundið: Føroyski skiparin liggur í bíðistøðu

Hormuz-sundið: Føroyski skiparin liggur í bíðistøðu
Meðan Hormuz-sundið er stongt vegna hernaðarliga spenningin, liggja Per Knudsen og manningin á stóra bingjuskipinum Mærsk Baltimore í bíðistøðu.
 
12.05.2026 - 11:59

Hormuz-sundið, ið er ein av týdningarmiklastu siglingarleiðum í heiminum, hevur verið stongt, síðani kríggið í Miðeystri brast á í februar. Mitt í hesum brennideplinum situr føroyski skiparin, Per Knudsen, á brúnni á Mærsk Baltimore. Hann og manningin liggja í løtuni nakrar fjórðingar í ein útnyrðing úr Dubai og fylgja gongdini tætt.

Mærsk Baltimore er eitt risastórt bingjuskip, ið ber heilar 4.000 bingjur. Vanliga hevði skipið verið í støðugari sigling, men síðani kríggið byrjaði, hava teir ligið í bíðistøðu. Sambært Per Knudsen er logistikkurin tó í lagi, og tað ger tað gjørligt hjá teimum at halda út í langa tíð enn.

"So leingi vit fáa proviant og olju, kunnu vit liggja leingi," sigur Per Knudsen.

Hóast støðan í økinum er spent, og teir síggja dronur, hernaðarflogfør og herskip, so er skiparin sjálvur ógvuliga róligur. Hann vísir á, at teir eru ikki nakað hernaðarligt mál.

Per greiðir eisini frá, at huglagið millum menninar er gott, hóast teir liggja so tætt at ófriðinum.

Nú bíða teir bert eftir boðum frá reiðarínum, so teir kunnu koma undir vanliga sigling aftur.

Per Knudsen prátaði við morgunsendingina. Øll samrøðan kann hoyrast her:

a_1397-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373