Pauli og Føroyar annað beinið í HM-endaspælinum

Pauli og Føroyar annað beinið í HM-endaspælinum
Pauli Jacobsen stórspældi í føroyska málinum, tá hondbóltslandsliðið vann 24-22 í Bosnia Hersegovina og tryggjaði sær frálíkt útgangsstøði til seinna dystin við Tjarnir
Pauli Jacobsen, her ímóti Hollandi við Tjarnir, var dagsins maður ímóti Bosnia Hersegovina í Tuzla, har Føroyar vunnu 24-22
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.05.2026 - 21:02

Mesta tosið undan røkkstøkk-dystinum ímóti Bosnia Hersegovina snúði seg um, hvussu føroyska álopsspælið skuldi skipast uttan skadda Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Svarið kom í roynd og veru frá føroysku verjuni og einum stórspælandi Paula Jacobsen í málinum, sum bjargaði nærum helvtina av skotunum frá alsamt meir ørkymlaðu mótstøðumonnunum í Tuzla.

Málverjin, sum er á veg til Skövde í bestu svensku deildini, mátti taka nógva ábyrgd, og svaraði kallinum við einum avriki, sum man teljast millum hansara bestu í landsliðsblusuni.

Saman við vælspælandi verjuni helt hann Bosnia Hersegovina frá lívinum og 24-22 sigurin er frálíkt viðføri at hava við sær á longu heimferðini, sum byrjar í kvøld.

 

Vikararnir stóðu royndina

Pauli Mittún, Rói Ellefsen á Skipagøtu, og Bjarni í Selvindi. Teir tríggir fingu torføru uppgávuna at loysa av í bakketuni fyri akslaskaddu stjørnuna Elias Ellefsen á Skipagøtu, og allir stóðu royndina. 

Gamaní, føroyska álopsspælið hevur onkuntíð verið flottari, og fólk høvdu kanska hug at kláa sær í nakkanum, tá Hákun West av Teigum misnýtti tríggjar ferðir á rað av høgra veingi. 

Bundesligamaðurin var kortini tryggur úr sjey metrum, og eftir steðgin setti hann ovurspentu bosnisku málverjarnar upp á pláss við fleiri góðum málum. Á hinum vonginum hevur Leivur Mortensen eisini uppiborið eitt orð til heimleiðina. Hann skeyt tvey framúr góð mál, og so gjørdi tað minni, at eitt brotskast fór á málverjan.

 

Uppdekkað til hondbóltsveitslu við Tjarnir

Veruleikin er, at Føroyar høvdu tamarhald á tí mesta í Tuzla. Ein løta í seinna hálvleiki var ikki góð, og heimamenninir skutu seg framum við einum, men annars var royndin frammanfyri væluppløgdu heimafjøldini gott og væl staðin.

Tí stíga menninir á vøllin við Tjarnir leygardagin við øðrum beininum í HM-endaspælinum í Týsklandi í 2027. Kvinnurnar hava verið har. Nú bendir nógv á, at tað skal eydnast monnunum í triðju royndini.

 

KSPC Mejdan Tuzla (røkkstøkk-dystir til HM-endaspælið)

Bosnia Hersegovina - Føroyar, 22-24 (10-12)

Málskjúttar, Føroyar: Hákun West av Teigum 11 (4), Vilhelm Poulsen 5, Leivur Mortensen 2, Óli Mittún 2, Bjarni í Selvindi 1, Rói á Skipagøtu 1, Pauli Mittún 1, Teis Horn Rasmussen 1

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777