Revsitiltøkini halda fram

Revsitiltøkini halda fram
Nýggja landsstýrið í Føroyum hevur onga ætlan um at broyta revsitiltøkini móti tveimum russiskum reiðaríum, hóast tveir flokkar, sum nú eru í landsstýrinum, vóru ímóti teimum
Melkart 2 sleppur framvegis ikki í føroyskan sjógv.
 
18.05.2026 - 07:19

Nýggja landsstýrið í Føroyum hevur onga ætlan um at broyta revsitiltøkini móti tveimum russiskum reiðaríum, hóast tveir flokkar, sum nú eru í landsstýrinum, vóru í móti teimum, tá tey komu.

Tað skrivar Intrafish, sum spurdi landsstýrið.

Landsstýrið ætlar heldur ikki at strika onnur revsititøk móti Russlandi.

Intrafish spurdi eisini, um fiskiveiðusáttmálin við Russland heldur fram.

Men tí spurninginum svarar landsstýrið ikki.

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið, sum hevur svarað Intrafish við telduposti, sigur seg ikki hava fleiri viðmerkingar í løtuni.

Intrafish hevur í nógvar vikur roynt at fingið landsstýrið at svara ymsum spurningum. 

Ein spurningur er um trygdarváðan, ein annar, hvørjar fíggjarligu avleiðingarnar vera fyri Føroyar, um fiskiveiðuavtalan verður søgd upp.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mai
Morgunlestur týsdagur 19.mai 2026
208378
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482