Mangla lóggávu um vatn, sól og vind

Mangla lóggávu um vatn, sól og vind
Stríðið sum hevur tikið seg upp viðvíkjandi atgongd hjá Bakkafrosti til vatn á festijørð vísur at vit mangla lóggávu, sigur borgarstjórin í Skálavík
18.05.2026 - 19:58

Um tvær vikur skulu 8 milliónir smolt svimja runt í Bakkafrost Freashwater smoltstøðini í Skálavík.

Har verða 35 ársverk og vatnið til virksemið er fingið til vega, nú síðani Búnaðarstovan hevur tikið ræðisrættin frá festaranum, sum ikki vildi lata vinnuni vatn frá sínum festi, sum hann hevði ræðisrætt yvir. 

Høvuðstrupulleikin er at vit mangla lóggávu á økinum, sigur borgarstjórin í Skálavík, Linjohn Christiansen.

Hann vísur eisini á, at festijørð liggur í Vinnumálaráðnum, meðan orka liggur í Heilsu- og Orkumálaráðnum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334