VIDEO: Óvissa um orsøk til ferðsluvanlukku

VIDEO: Óvissa um orsøk til ferðsluvanlukku
Enn er ikki heilt greitt, hvør orsøkin til eina ferðsluvanlukku í Oyndarfirði í morgun var, tá ein 22 ára gamal maður lat lív. Ein annar maður er saknaður
KvF/Bjarki Thomsen
Enn er ikki greitt, hvør tann neyva orsøkin til ferðsluvanlukkuna, ið kravdi eitt mannalív í Oyndarfirði, er
28.12.2013 - 19:28

Eingi vitni eru til eina ferðsluvanlukku, sum varð fráboðað politistøðini í Havn klokkan 9:52 leygarmorgunin. Tískil er heldur enn ikki heilt greitt, hvør tann neyva orsøkin til vanlukkuna er.

Løgreglan heldur, at høg ferð á bilinum, sum fór á sjógv við Rættargjógv umleið hálvan kilometur áðrenn komið verður til Oyndarfjarðar, kann vera ein av orsøkunum til ferðsluvanlukkuna.

- Tað er eingin ivi um, at tað hevur verið nakað av ferð á bilinum fyri at kunna fara so langt eftir bønum, sigur Jan Fossaberg frá ferðslupolitiinum, sum var á vanlukkustaðnum leygardagin.

SÍ EISINI Ferðsluvanlukka í Oyndarfirði kravt eitt mannalív

Ein 22 ára gamal maður varð funnin deyður á sjónum, har bilurin er farin útav vegnum. Allan leygardagin hava bjargingarlið, froskmenn og bjargingartyrla leitað eftir einum øðrum manni.

Løgreglan heldur seg hava orsøk at halda, at tveir menn vóru í bilinum, sum varð funnin á sjónum leygardagin. Tí hevur í allan dag verið leitað eftir einum 20 ára gomlum manni, men uttan úrslit.

Myndir: Bjarki Thomsen. Klipt: Bjarnheðin í Hoyvík

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576