Nýggi Stapin vakti ans á Atlantic Fair

Nýggi Stapin vakti ans á Atlantic Fair
Atlantic Fair hevur 25 ár á baki, og millum stóru framsýnararnar í Klaksvík var modellið av nýggja línubátinum hjá Framherja, sum skal latast í 2028
19.05.2026 - 19:50

Meira enn 180 fyritøkur úr 14 londum eru við á messuni í ár, sum fyrstu ferð varð hildin undir navninum North Atlantic Fish Fair í 2001.

Messan hevur ment seg til eitt týdningarmikið stað hjá vinnulívinum kring Norðuratlantshavið.

Millum framsýnararnar á Atlantic Fair var modellið av nýggja Stapanum hjá Framherja-samtakinum víst fram, og tað vakti ans millum manna.

Talan er um eitt nýtt og framkomið línuskip, sum skal byggjast hjá norsku skipasmiðjuni Stadyard á Raudeberg uttanfyri Måløy. 

Nýggi Stapin verður 50,3 metrar langur, og fær eitt frystilastarrúm við plássi fyri 630 rúmmetrum. Sambært Stadyard er skipið serliga ment til línufiskiskap í Norðuratlantshavi, og fyri at tryggja høga góðsku á fiskinum.

Skrokkurin skal byggjast á Wisla Shipyard í Gdansk í Póllandi. Eftir ætlan kemur skrokkurin til Noregs síðst í 2027, har skipið síðani verður útgjørt og liðugt bygt, áðrenn tað verður latið Framherja árið eftir.

Hjá Stadyard fegnast tey um nýggju avtaluna við føroyska reiðaríið.

Rakstrarleiðarin á Stadyard, Trond Kongshaug, sigur, at tey eru errin av álítinum, sum føroyska reiðaríið vísir teimum við at leggja verkætlanina í Noreg.

Skipasmiðjan hevur eisini søgulig bond til Føroyar, tí 1975 bygdi Stadyard bil- og ferðafólkaferjuna Sam, sum framvegis er í sigling í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655