Landsverk rópar varskó um vegakervið

Landsverk rópar varskó um vegakervið
Standurin er so ringur í summum førum, at tað er á markinum til tað, sum kann góðtakast, sigur stjórin á Landsverki
Marjun Weihe Thomassen er stjóri á Landsverki.
Mynd: Bárður Lydersen  
 
20.05.2026 - 08:38

Standurin á føroyska vegakervinum er so vánaligur í støðum, at Landsverk rópar varskó.

Árliga játtanin røkkur bara til rakstur, men onki er til viðlíkahald.

Og í summum førum stendur so illa til, at tað er á markinum til tað, sum kann góðtakast, sigur Marjun Weihe Thomassen, stjóri á Landsverki.

Brúgvin um Streymin og tann um Fjarðará í Skálafirði eru í so ringum standi nú, at Landsverk hevur sett avmarkingar á ferðsluna um tær. Tað sama verður gjørt, tá onkur vegastrekki eru so illa farin, at tey kunnu verða til vanda.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20052026_Landsverk

 

Sí eisini: Landsstýrismaðurin: Langtíðarætlan má gerast fyri viðlíkahald


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858