Kanna føroyingar í Danmark

Kanna føroyingar í Danmark
Kanningin skal varpa ljós á lívið hjá føroyingum i Danmark og svara, hví summi flyta í lestrarørindum og verða verandi í Danmark, og hví onnur flyta aftur til Føroya
Kanningin umfatar føroyingar, sum fluttu til Danmarkar og byrjaðu útbúgving fyri 1. oktober 2025.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.05.2026 - 08:34

Føroyingar í Danmark skulu nú kannast.

Umfatandi kanning skal varpa ljós á lívið hjá føroyingum í Danmark og svara, hví summi flyta í lestrarørindum og velja at verða verandi í Danmark, og hví onnur flyta aftur til Føroya

Fróðskaparsetrið ger kanningina í samstarvi við Danmarks Statistik og Aarhus Universitet.

Hetta er størsta kanningin higartil av sínum slagi.

Allir føroyingar, sum eru fluttir til Danmarkar í minsta lagi eina ferð eftir 1999, og eru farnir undir yrkisútbúgving ella hægri útbúgving innan 12 mánaðir eftir, at teir eru fluttir, eru við í kanningini. 

Kanningin umfatar føroyingar, sum fluttu til Danmarkar og byrjaðu útbúgving fyri 1. oktober 2025.

Erika Anne Hayfield og Tróndur Møller Sandoy á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum standa á odda fyri granskingarverkætlanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083