Samd um leigustuðulin

Samd um leigustuðulin
Bæði meirilutin og minnilutin í Trivnaðarnevndini taka undir við at málinum at at veita leigustuðul
Nú verður møguleiki at fáa leigustuðul hjá teimum við lágum inntøkum.
 
23.05.2026 - 18:19

Í dag er álit lagt fram í málinum, tá ið famløga var í løgtinginum klokkan eitt.

Samgongulimirnir í Trivnaðarnevndini Grímur Sundstein, Bjørt Lind, Magni Højgaard og Sunnvá Dahl Høgfeldt siga, at hetta er eitt mál, sum er nevnt í samgonguskjalinum, har tað stendur at “leigustuðul verður latin húskjum, sum hava lágar inntøkur”.

Tí taka tey undir við tí.

Tey heita eisini á landsstýriskvinnuna í almanna- og bústaðarmálum, Margit Stórá, um at skipa fyri, at neyðugt hagtalsgrundarlag fyri bústaðamynstrið og  leigubústaðarmarknaðin í Føroyum verður fingið til vega, og so at endurskoða skipanina.

 

Minnilutin samdur

Minnilutin í Trivnaðarnevndini Sámal Petur í Grund, Liljan Weihe og Bjørg Brynhildardóttir Egholm taka eisini undir við uppskotinum, tí tað kann hjálpa leigarunum.

Minnilutin mælir eisni landsstýriskvinnuni til at arbeiða aktivt við bústaðarpolitikkinum og at fylgja neyvt við, at lógin veruliga kemur teimum røttu til góðar.

 

1500 krónur um mánaðin

Við lógaruppskotinum kunnu tey, sum búgva til leigu, fáa upp til 20 prosent av húsaleiguni afturrindað sum stuðul úr landskassanum. Tó í mesta lagi 1500 krónur um mánaðin.

Leigustuðulin - sum verður latin hvørjum húski - er fyrst og fremst ætlaður fólki við lágum inntøkum.

Húski við einum persóni yvir 18 ár, sum tjenar í mesta lagi 350.000 krónur, fær fullan leigustuðul. Er inntøkan hægri enn 350.000 krónur, lækkar leigustuðulin við fimm prosentum av inntøkuni, sum er omanfyri 350.000 krónur.

Eru tvey fólk yvir 18 ár í húskinum, so hava tey rætt til fullan leigustuðul - 1500 krónur um mánaðin - um samlaða inntøkan hjá teimum er minni enn 500.000 krónur. Er inntøkan hægri enn 500.000 krónur, so lækkar leigustuðulin eftir sama leisti - nevniliga við fimm prosentum av inntøkuni omanfyri 500.000 krónur.

Hjá húskinum við einum persóni yvir 18 ár fellur leigustuðulin heilt burtur, tá inntøkan fer upp um 638.000 krónur.

Og hjá húskinum við tveimum persónum yvir 18 ár fellur stuðulin burtur, tá samlaða inntøkan fer upp um 788.000 krónur.

Ein treyt fyri at fáa leigustuðul er, at húskið ikki eigur nakra fastogn, sum kann nýtast sum bústaður.

Og leigustuðulin er ein skattafrí veiting - undantikin skattskylduni.

Ætlandi kemur lógin í gildi 1. september.

 

2. viðgerð týsdagin

Málið kemur til 2. viðgerð týsdagin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Mikudag 29. juli
Ólavsøkugudstænasta í Havnar kirkju
211370
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373