Verkfall hjá skipum sum sigla til Føroya

Verkfall hjá skipum sum sigla til Føroya
Verkfallið hjá dekkarum og bátsformonnnum á skipunum Brúarfossi, Dettifossi og Selfossi hjá Eimskipum og Faroe Ship byrjaði fyrr í dag
Dettifoss á veg inn á Havnina.
 
25.05.2026 - 16:27

Verkfallið hjá dekkarum og bátsformonnnum á skipunum Brúarfossi, Dettifossi og Selfossi hjá Eimskipum og Faroe Ship byrjaði fyrr í dag.

Tey trý skipini sigla øll til Føroya.

Sjómannafelagið í Íslandi hevur lýst verkfallið, sum ikki er tíðaravmarkað.

Semingsstovnurin roynir at fáa Sjómannafelagið og Eimskip at semjast um nýggjan sáttmála.

Eimskip siga, at tey hava roynt at bera soleiðis at, at viðskiftafólkini vera so lítið rakt sum gjørligt. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442