Broyta heiti í reglugerð fyri M. A. Jacobsens virðisløn

Broyta heiti í reglugerð fyri M. A. Jacobsens virðisløn
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verður broytt til M. A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan
Virðislønirnar verða latnar á føðingardegi M. A. Jacobsens, sum er 17. september, ella annan hóskandi dag um heystið.
 
28.05.2026 - 08:09

Eitt heiti í reglugerðini fyri M. A. Jaobsens virðislønirnar skal broytast. 

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs verður broytt til M. A. Jacobsens virðisløn fyri barnamentan.

Og reglugerðin fyrir hesa virðislønin er skrivað inn í reglugerðina fyri M. A. Jacobsens virðislønir. 

So nú verður bara ein reglurgerð, og ikki tvær, um virðislønirnar.

Onkur onnur broyting verður eisini.

Í reglugerðini stendur, at býráðsvaldu limirnir í nevndini senda fundarboð.

 

Býarbókavørðurin sendir fundarboð

Nú skal standa, at býarbókavørðurin, sum er skivari hjá nevndini, sendir fundarboð.

Soleiðis hevur eisini verið í roynd og veru.

Í reglugerðini stendur, at virðislønirnar verða latnar á føðingardegi M. A. Jacobsens, sum er 17. september. 

Hetta verður ikki altíð hildið, og tí er orðingin broytt til: ella annan hóskandi dag um heystið.

Býráðið skal taka støðu til broytingarnar í dag.

Mentamálanevndin mælir til at samtykkja tær.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870