Mentanarnáttin: Mumi, Spírar úr Hoydølum og Kakumiks

Mentanarnáttin: Mumi, Spírar úr Hoydølum og Kakumiks
Kringvarpið bjóðar øllum á gátt til mentanarnáttina
Nógv spennandi er á skrá bæði til stór og smá
Mynd: Kristina Sundstein Borgarlíð  
 
28.05.2026 - 17:23

Stórar og spennandi framleiðslur hava verið á skránni í Kringvarpinum seinasta árið. Hesar framleiðslur vilja vit fegin vísa fram mentanarnáttina. Fríggjadagin 5. juni klokkan 15.00 lata høvuðsdyrnar í Kringvarpinum upp. Kakumiks-køkurin letur eisini upp, KVF-biografurin verður tendraður, Tórður fer túr, og spírarnir úr Hoydølum syngja.


Hoyr spírarnir úr Hoydølum á mentanarnáttini klokkan 16.

Á mentanarnáttini fara Hini tú veit, systkinabørnini Nomi og Thor, sum vunnu Kakumiks 2026, at baka saman við Bakistjørnunum, Mattiasi og Bjarka, sum vunnu Kakumiks 2025. Í Kringvarpshøllini fer stásiligi Kakumiks-køkurin at anga av góðum smákøkum.


Mattias, Bjarki, Thor og Nomi koma øll á vitjan á mentanarnáttini.

Í Mumidalinum er pláss fyri øllum og øll kenna seg væl. Á mentanarnáttini fara vit at vísa fyrsta part av nýggju røðini um Mumi og øll hini í Mumidalinum. Nýggju Mumi-partarnir verða at síggja í heyst, men longu á mentanarnáttini verður Mumi at síggja í KVF-bio. 


"Mumidalurin” kemur á ViT-appina í heyst. 

Við Tórði á túri verður á skránni, har víst verður runt í Kringvarpinum. Eisini verður okkurt at leska sær við, myndatøka og til ber at síggja aftur um leiktjøldini. 


(Mynd: Kristina Sundstein Borgarlíð) Kringvarpið varð væl vitjað til mentanarnáttina í fjør, tá millum annað ein konsert við Jensinu var á skránni. 

Vit gleða okkum at bjóða øllum vælkomnum í Sortudíki til eina hugnaliga og upplivingarríka mentanarløtu.

 

Skráin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 4. juni
Morgunlestur hósdagur 4.juni 2026
208843
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155