Adrian upp í superliguna

Adrian upp í superliguna
Við teprum heimasigri á Kolding hevur AC Horsens tryggjað sær uppflytingina. Sostatt skal Adrian Justinussen spæla í Superliguna næsta kappingarár
Adrian Justinussen skal spæla í donsku superliguni næsta ár. Tað er greitt eftir tepran sigur á Kolding í dag
Mynd: Claus Fisker/Ritzau Scanpix  
 
31.05.2026 - 17:14

Adrian Justinussen skal spæla í bestu donsku fótbóltsdeildini næsta kappingarár.

Tað er greitt, eftir at AC Horsens tryggjaði sær uppflytingarplássið við teprum 1-0 heimasigri á Kolding. Kristian Kirkegaard sendi eysturjýtlendingarnar til himmals við sigursmálinum í 55. minutti.

Føroyingurin skifti til Horsens úr Hillerød í januar. Landsliðsspælarin var glóðheitur fyri Hillerød fyri nýggjár, men hevði eitt sindur ilt við at finna stevið í nýggja felagnum, sum heldur ikki fekk neyðugu úrslitini eina tíð. 

Tað eydnaðist kortini akkurát at koma við í uppflytingarendaspælið eftir at navnframi venjarin David Nielsen segði upp, og í endaspælinum hava Adrian Justinussen og teir fingið 24 av 30 stigum og flyta sostatt upp saman við Lyngby.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688