Nýtt vinnuøki í Ánunum

Nýtt vinnuøki í Ánunum
Økið er ætlað vinnuvirkjum, handverki, smiðjum, goymslum og tænastuvirksemi
Nýtt havnar- og vinnuøki skal gerast norðan fyri Norðhavnina í Ánunum.
Mynd: Klaksvíkar kommuna  
 
01.06.2026 - 08:18

Klaksvíkar kommuna hevur nú sent til ummælis uppskotið um nýtt havnar- og vinnuøki norðan fyri Norðhavnina í Ánunum.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu latast í seinasta lagi 17. juli.

Tilfar um ætlaðu broytingina í almennu byggisamtyktini liggur frammi til alment eftirlit í Miðluni til 26. juni.

Býráðið samtykti 26. februar at gera nýggja havnar- og vinnuøkið.

Nýggja økið er ætlað vinnuvirkjum, handverki, smiðjum, goymslum og tænastuvirksemi, sum hevur samband við hesi, og frítíðarvirksemi á sjónum.

Les meira her.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056