Vil hava serstaka játtan til eftirsleipið av landsvegunum

Vil hava serstaka játtan til eftirsleipið av landsvegunum
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur seg vóna breiða politiska semju um at raðfesta landsvegakervið næstu árini
Í samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri 2018-2030 var samlaða eftirsleipið mett til 375 milliónir krónur. 
 
02.06.2026 - 13:19

- Neyðugt verður við serstakari játtan fyri at eftirsleipið av landsvegakervinum aftur.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum, í svari til Grím Sundstein, løgtingsmann, ið hevur spurt um eftirsleipið í sambandi við at viðlíkahalda undirstøðukervið.

Landsstýrismaðurin vísir á, at neyðugt verður at hækka játtanirnar til at viðlíkahalda landsvegirnar, tunlar, brýr og byrgingar fyri at steðga forfallinum. Men at neyðugt verður við serstakari játtan.

 

Vil hava breiða politiska semju

Jacob Vestergaard sigur, at vónandi ber til at gera breiða politiska semju um at raðfesta landsvegakervið næstu árini. Hann sigur, at ein møguleiki er at gera  verklagslóg, sum verður løgd fyri tingið.

Metingar hjá Landsverki vísa, at umleið 100 kilometrar av landsvegi hava átrokandi tørv á asfaltering, og at 20 brýr eru í sera ringum standi og hava átrokandi tørv á umvæling.

Í samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri 2018-2030 var samlaða eftirsleipið mett til 375 milliónir krónur. 

 


Brúgvin um Streymin. 

 

Brúgvin um Streymin í ringum standi

Ein brúgv, sum er í ringum standi og skal høvuðsumvælast, er Brúgvin um Streymin. 

Kanningararbeiðið er byrjað, og tað verður gjørt allan juni mánað.

Meðan arbeitt verður, verður heitt á bilførarar at vísa varsemi. 

Heitt verður eisini á allar bátar um at vísa varsemi, tá ið siglt verður undir brúnni, tí hæddin á brúnni verður minkað umleið fimm metrar,  5 metrum, meðan  kanningararbeiði verður gjørt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890