Nýggja stjórnin tekur við í dag

Nýggja stjórnin tekur við í dag
Politiskir viðmerkjarar vænta, at ráðharrasessirnir fara úr 25 niður í 23
Nýggju stjórnarflokkarnir hitta Fríðrik kong á Amalienborg klokkan níggju.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.06.2026 - 07:59

Danska stjórnin fer til Fríðrik kong á Amalienborg í morgun.

Nýggja samgongan millum Sosialdemokratarnar, Sosialistiska fólkaflokkin, Moderatarnar og Radikala vinstra hittir Fríðrik kong klokkan níggju.

Tað skrivar danska forsætisráðið á heimasíðuni.

Á middegi í dag fara so sitandi ráðharrarnir frá, og ráðharrarnir í nýggju stjórnini taka við, skrivar danska kringvarpið.

Bæði sosialdemokratarnir og Moderatarnir høvdu tingbólkafund hvør í sínum lagi á Christiansborg í gjárkvøldið.

- Hóast eingin teirra vildi siga nakað ítøkiligt um, hvørjir nýggju ráðharrarnir verða, vóru sessirnir helst avgjørdir longu í gjárkvøldið, sigur Søs Marie Serup, politiskur viðmerkjari hjá danska TV2.

Politiskir viðmerkjarar meta, at ráðharrasessirnir fara úr 25 niður í 23. 

Og Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderatunum, vísir ikki hesum aftur:

 

03062026_Lokke


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136