Løgmaður: Vísir ikki donskum statsláni aftur

Løgmaður: Vísir ikki donskum statsláni aftur
Løgmaður letur dyrnar standa á glopp fyri einum donskum statsláni til Suðuroyartunnilin, nú danska stjórnin er sinnað at kanna møguleikan
Hóast føroysku fólkatingslimirnir hava fingið statslánið við í danska samgonguskjalið, er tað landsstýrið, sum skal taka støðu, sigur løgmaður.
Mynd: Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.06.2026 - 18:26

- Vit skulu hava so nógvar møguleikar opnar sum gjørligt.

Tað sigur Beinir Johannesen, løgmaður, sum ikki útilokar einum donskum statsláni til møguligan Suðuroyartunnil.

Føroysku fólkatingslimirnir, Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale, hava bæði fingið við í danska samgonguskjalið, at eitt statslán til Suðuroyartunnilin skal kannast.

Danska stjórnin er sinnað at kanna, hvussu Suðuroyartunnilin kann fíggjast á bíligasta hátt og virka fyri møguleikanum fyri einum statsláni, um ynski er um hetta í Føroyum.

 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926