Innskiftarar góvu Føroyum søtan sigur í sólini

Innskiftarar góvu Føroyum søtan sigur í sólini
Tóra Mohr og Eydna Olsen Dalheim góvu Føroyum mál av beinkinum í síðstu løtu, og so vunnu Føroyar 3-2 á Georgia á útivølli. Sigurin tryggjaði kvinnunum 2. plássið í bólkinum
Føroyar vunnu báðar dystirnar ímóti Georgia og endaðu á 2. plássi aftanfyri Grikkaland
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF  
 
05.06.2026 - 17:22

Tóra Mohr skoraði og Eydna Olsen Dalheim legði upp í síðsta minutti, tá Føroyar skoraðu til 3-2 og tryggjaðu sær ein søtan sigur á Georgia í síðsta HM-undankappingardystinum í ár.

Báðar vóru skiftar inn 20 minuttir frammanundan og livdu upp til álitið frá venjaranum, Pæturi Smith Clementsen, við avgerandi málinum beint fyri leiklok í Tbilisi. 

Júst tað fegnaðist venjarin ivaleyst um, men hann kundi eisini vera væl nøgdur við avrikið frá føroysku kvinnunum, sum ikki mistu mótið, hóast Georgia legði seg framum við ársins bíligasta brotssparki, tá eitt korter var spælt.

Heldur arbeiddu føroyingarnir seg innaftur í dystin, og eftir at hava bankað upp á eina ella tvær ferðir, javnaði Brá Zachariasardóttir beint fyri steðgin, tá hon stjól ein leysan bólt inni í brotsteiginum og javnaði hegnisliga.

Hon var eisini júst komin á vøllin fyri skaddu Sólju Ernstdóttir og skoraði í sínum fyrsta landsdysti.

 

Afturum men omaná

Føroyar fingu nýtt bakkast tíðliga í seinna hálvleiki, tá Nino Bukhrikidze legði heimaliðið framum 2-1, men eins og í fyrra hálvleiki noktaði útiliðið at geva upp. 

Tað gav úrslit, tá fýra minuttir vóru eftir at spæla. Føroyar fingu brotsspark, og Tórunn Højgaard Joensen fekk álitið. KÍ-bakkurin javnaði eisini við sínum trygga vinstra beini.

So var annað plássið tryggjað, men tað skuldi gerast uppaftur betri í yvirtíðini. Eydna Olsen Dalheim fann Tóru Mohr, sum tryggjaði Føroyum annan sigurin á rað ímóti Georgia við sínum fyrsta landsliðsmáli.

Tey seks stigini kunnu gerast uppaftur meir verd, tí um onnur úrslit laga seg til fyrimuns fyri Føroyar, kann tað hava røkkstøkk-dystir við sær um pláss í HM-endaspælinum í Brasil næsta ár.

 

David Petriashvili-leikvøllurin, Tbilisi (HM-undankapping, 4. umfar)

Georgia - Føroyar, 2-3 (1-1)

1-0 Bebia Maiko (br.), 15 min.
1-1 Brá Zachariasardóttir, 45+3
2-1 Nino Bukhrikidze, 53 min. 
2-2 Tórunn Højgaard Joensen, 87 min.
3-2 Tóra Mohr, 90 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424