Miðbýartorg á Tvøroyri til næstu mentanarnátt

Miðbýartorg á Tvøroyri til næstu mentanarnátt
Ætlanin byggir á heildaruppskot hjá BRIM arkitektum, og verður framd í stigum
Torgið skal eftir ætlan vera liðugt, tá mentanarnáttina verður næsta ár.
 
08.06.2026 - 07:58

Eitt miðbýartorg skal gerast á Tvøroyri.

Tað hevur býráðið einmælt samtykt.

Torgið skal eftir ætlan vera liðugt, tá mentanarnáttina verður næsta ár.

Ætlanin byggir á heildaruppskot hjá BRIM arkitektum, og verður framd í stigum. 

Fyrsta stigið leggur serligan dent á vestara partin av økinum, har sambandið millum torgið og parkeringsøkið niðan fyri Sjógøtu skal betrast. 

 

 

Sjúkhúsbrekkan takast burtur

Ein týðandi partur av arbeiðinum verður at taka burtur vegin, sum verður nevndur Sjúkhúsbrekkan, og í staðin gera betri og tryggari gongdarskipan við trappum og øðrum atkomumøguleikum.

Á torginum vera fastir sølubásar, sum vinnurekandi, feløg og onnur kunnu nýta.

Eisini verður gjørdur ein lítil pallur til framførslur, tiltøk og samkomur. 

Harumframt verður torgið útgjørt soleiðis, at møguleiki verður fyri seta upp ein størri pall til serlig høvi, eitt nú tónleikafestivalar, mentanarligar framførslur, almenn tiltøk og aðrar størri samkomur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473