Mbappé, Yamal, Haaland og hinir í Kringvarpinum 

Um KVF›Tíðindi
Mbappé, Yamal, Haaland og hinir í Kringvarpinum 
Kringvarpið fylgir HM-endaspælinum við dystum, tíðindum og poddvarpi
Útvaldir dystir verða sendir beinleiðis í samstarvi við donsku rásirnar TV2 og DR.
Mynd: Franck Fife/AFP/Ritzau Scanpix  
 
10-06-2026

Hósdagin ljóðar fyrsta bríksl í heimsmeistarakappingini í fótbólti í Meksiko Kanada og USA, har heili 48 lond fara at kappast um gylta HM-steypið. 

Meksiko og Suðurafrika sparka tað heila í gongd á risastóra Estadio Azteca, sum eisini hýsti HM-finalunum í 1970 og 1986, tá Pelé og Maradona vóru stóru stjørnurnar. 

Hesa ferð eru størstu spælararnir Kylian Mbappé, Lamine Yamal og Erling Braut Haaland, meðan Lionel Messi og Cristiano Ronaldo eisini binda HM-lissurnar fyri seinastu ferð. 

Kringvarpið fer eisini at senda frá heimsmeistarakappingini frá byrjan í Meksiko býi nú hóskvøldið til finaluna á MetLife Stadium í New York 19. juli. 

Útvaldir dystir verða sendir beinleiðis í samstarvi við donsku rásirnar TV2 og DR.

Nærri kunning sæst í sjónvarpsskránni. 
 

HM-tíðindi og HM-poddvarp
 

HM-tíðindi vera aftur at hoyra í útvarpinum. Hetta er ein gomul siðvenja í Kringvarpinum, og Suni Merkistein tekur táttin upp, tá bólkaspælið er liðugt.

Suni Merkistein var eisini at hoyra í Summarmorgni, har hann greiddi frá HM-endaspælinum og HM-tíðindunum, sum vera á døgurða frá mánaðarskiftinum. HM er størri enn nakrantíð við 48 liðum og 104 dystum, og tá bólkaspælið er liðugt og „røkk ella støkk“-dystirnir byrja, verður hann til reiðar at fylgja kappingini fram til finaluna.

Eisini fer Tróndur Arge at gera HM-poddvørp, sum kappingin líður. Hitt fyrsta lítur aftur á HM í USA í 1994.

Harumframt verða greinar og annað tilfar at síggja á kvf.fo.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655

Um kvf css