Trump hóttir aftur við at bumba Iran

Trump hóttir aftur við at bumba Iran
Amerikanski forsetin sigur, at avtalan við Iran er eitt diplomatiskt semjuskjal, sum ikki er endaligt
Donald Trump, forseti, sigur, at dámar sær ikki avtaluna við Iran, verður bumbingin tikin uppaftur.
Mynd: Mandel Ngan/AFP/Ritzau Scanpix  
 
17.06.2026 - 14:43

Iran hevur loyvt fyrstu oljutangaskipunum at sigla gjøgnum Hormuz-sundið, nú avtala við USA verður undirskrivað fríggjadagin.

Men endaligur friður millum londini er ikki tryggjaður við avtaluni, tí Trump hóttir framvegis Iran við álopum.

Sambært amerikanska forsetanum er talan um eitt diplomatiskt semjuskjal, sum ikki er endaligt.

- Um mær ikki dámar avtaluna, so fara vit aftur at skjóta og tveita bumbur niður í høvdið á teimum, tí teir hava skikkað sær illa í 47 ár, segði Trump millum annað á G7-toppfundinum í Fraklandi.

Amerikanski forsetin segði tó eisini, at Hormuz-sundið er lutvíst opið, og verður væntandi opið fyri allari skipaferðslu um ein ella tveir dagar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650