Fingu 440 milliónir meira fyri toskin

Fingu 440 milliónir meira fyri toskin
Fiskavøruútflutningurin frá mai í fjør til apríl í vaks 14,3 prosent, men nøgdin minkaði 6,7 prosent
Virðið á toskaútflutninginum vaks góðar 440 milliónir krónur, ella 40,7 prosent.
 
18.06.2026 - 09:15

Nógv meira fekst fyri tosk, sum var útfluttur millum mai í fjør til apríl í ár, enn undanfarna ár.

Virðið vaks góðar 440 milliónir krónur, ella 40,7 prosent, skrivar Hagstovan. 

Men nøgdin var bara 16,5 prosent størri.

Júst tað øvugta hendi við laksinum.

Har vaks virðið 9,4 prosent, men nøgdin var 23,9 prosent størri. Laksaprísurin lækkaði nógv í fjør.

Fiskavøruútflutningurin sum heild vaks 14,3 prosent, men nøgdin minkaði 6,7 prosent.

Men virðið á fóðri og mjøli minkaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040