500 skúlanæmingar í Havn í matarskipan

500 skúlanæmingar í Havn í matarskipan
Endamálið við matarskipanini er at tryggja, at næmingar fáa eina góða máltíð mitt á degi
Maturin verður gjørdur í framleiðslukøkinum í Skúlanum á Fløtum.
 
18.06.2026 - 11:09

Tórshavnar kommuna søkir nú eftir køksleiðara til nýggju matarskipanina til fólkaskúlarnar í kommununi.

Endamálið við matarskipanini er at tryggja, at næmingar fáa eina góða máltíð mitt á degi.

Í fyrsta umfari vera 500 næmingar í skipanini.

Tað eru næmingar í miðdeildini í skúlanum á Fløtum, grunddeildini í Eysturskúlanum og øllum flokkum í Kollafjarðar skúla.

Maturin verður gjørdur í framleiðslukøkinum í Skúlanum á Fløtum.

 

Stórur áhugi fyri skipanini

Køksleiðarastarvið er fulltíðarstarv, í fyrsta lagi til 31. desember næsta ár. 

Starvið verður sett 1. september ella eftir nærri avtalu. Umsóknarfreistin er 20. juli.

Kanningar, sum kommunan hevur gjørt, siga, at foreldur og næmingar hava stóran áhugi fyri matarskipan.

Nógv eru eisini sinnað at rinda fyri skipanina. 

Arbeitt verður við eini skipan, sum partvís er fíggjað við brúkaragjaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. september
Vitan
213630
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532