- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey eldru fáa fleiri tilboð eftir summarfrítíðina
Tey eldru fáa fleiri tilboð eftir summarfrítíðina
Forkvinnan í heilsu- og eldranevndini í Tórshavnar kommunu fegnast um tilmælini, sum nýggja eldraráðið er komið við

Kristianna Winther Poulsen er forkvinna í heilsu- og eldranevndini í Tórshavnar kommunu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
25.06.2026 - 18:00
Eftir summarfrítíðina fáa tey eldru í Tórshavnar kommunu, sum búgva heima, eisini eitt kvøldtilboð aftrat tilboðnum um dagin.
Tað upplýsir Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í heilsu- og eldranevndini í kommununi.
Eldraráðið í Havn.
Nýggja eldraráðið í kommununi hevur tosað við brúkarar, avvarðandi og starvsfólk á eldraøkinum, og burtur úr hesum hevur ráðið gjørt tilsamans 29 niðurstøður og tilmæli.
Kristianna Winther Poulsen fegnast um tilmælini hjá eldraráðnum, og ætlanin er at fáa fleiri av tilmælunum sett í verk á fíggjarætlanini fyri 2027.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
25062026_Kristianna_W__Poulsen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV





















