Fimm fólk skotin til deyðis í Týsklandi

Fimm fólk skotin til deyðis í Týsklandi
Ein maður, sum verður hildin at hava skotið, er handtikin
Skottilburðurin var í býnum Stade, vestan fyri Hamburg.
Mynd: Ibrahim Ot/AFP/Ritzau Scanpix  
 
29.06.2026 - 15:15

Í minsta lagi fimm fólk eru dripin av skotum í Norðurtýsklandi nú um døgurðatíð.

Ein maður, sum verður hildin at hava skotið, er handtikin. Ein annar persónur er eisini tikin, skriva týskir miðlar.

Tað var klokkan trý korter til eitt okkara tíð í miðbýnum í Stade 33 kilometrar vestan fyri Hamburg, at skottilburðurin var. Politiið heitti á fólk um at halda seg burtur frá økinum.

Politiið hevur boðað frá, at øll tey dripnu  eru vaksin fólk. Fleiri fólk eru eisini løstað. Enn er óvist, hví tey vórðu skotin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Nýggjastu sendingar í SV