Herða fyrst revsilógina viðvíkjandi rúsevnum

Herða fyrst revsilógina viðvíkjandi rúsevnum
Síðani er ætlanin at kanna, um revsilógin er tíðarhóskandi fyri onnur brotsverk, serliga kynslig brotsverk, sigur løgmaður
Beinir Johannesen, løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
30.06.2026 - 10:35

Í fyrsta umfari er ætlanin at herða revsilógina viðvíkjandi rúsevnum. 

Tað sigur Beinir Johannesen, løgmaður, í svari til Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu.

Hon spurdi, um landsstýrið hevur nakra ætlan um herða revsingina fyri lógarbrot móti børnum.   

Síðani er ætlanin at kanna, sigur løgmaður, um revsilógin er tíðarhóskandi fyri onnur brotsverk, serliga kynslig brotsverk.

 

Hyggja at grannalondunum

Ætlanin er somuleiðis at hyggja at broytingum, sum grannalondini hava gjørt eitt nú viðvíkjandi vitlíki.

Tá ásetingarnar í revsilógini um kynslig brotskverk verða endurskoðaðar, verður tað gjørt í samstarvi við viðkomandi partar.

Løgreglan er viðkomandi partur.

Samstarv verður við viðkomandi partar fyri at tryggja, at málið verður lýst so væl sum til ber, so vit fáa eina tíðarhóskandi revsilóg um millum annað vitlíki, tá talan er um kynslig brotsverk, sigur Beinir Johannesen.

Les svarið her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485