Nýggj veljarakanning broytir einki

Nýggj veljarakanning broytir einki
Sambært kanningini, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, hevði tingfólkabýtið verið óbroytt, um val var nú 
Á løgtingsvali í Klaksvík 26. mars. Politiska landslagið er einki broytt síðani valið, vísir nýggj veljarakanning.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.07.2026 - 15:06

Politiska landslagið er lítið og onki broytt síðani løgtingsvalið 26. mars.

Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin. 

Sambært kanningini hevði tingfólkabýtið verið óbroytt, um val var nú 

Fólkaflokkurin hevði varðveitt síni níggju, Sambandsflokkurin sjey, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hvør síni seks, Framsókn og Miðflokkurin hvør sínar tveir og Sjálvstýri ein.

 

 

Broytingar í prosentbýti

Onkrar smærri broytingar eru tó í prosentbýtinum. 

Fólkaflokkurin fer hálvt annað prosentstig aftur, úr 27,7 prosentum á valinum og niður á 26,2. 

Sambandsflokkurin fær 21,7 prosent í veljarakanningini, sum er 0,2 prosentstig meira enn á valinum. 

Og Javnaðarflokkurin fær 19,3 prosent móti 18,9 á valinum.

 

 

 

Tjóðveldi framgongd, Framsókn afturgongd

Í andstøðuni stendur Tjóðveldi til at vinna seg 1,3 prosentstig fram, úr 17,4 á valinum og upp í 18,7 í veljarakanningini. 

Framsókn fer 1,7 prosentstig aftur, úr 6,6 niður á 4,9 prosent. 

Miðflokkurin fer 0,6 prosentstig fram og lendir á 5,8 prosentum. Og Sjálvstýrið stendur í stað við 3,4 prosentum.

Ongin broyting er tó størri enn hagfrøðiliga óvissan í kanningini, sum er 3,3 prosent.

Spyr.fo gjørdi kanningina mánakvøldið 29. juni, og 500 fólk svaraðu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949