Danmark vil gera nógv fyri Føroyar

Danmark vil gera nógv fyri Føroyar
Føroyar eru ikki gloymdar í samgonguskjalinum hjá donsku stjórnini
Danmark ætlar at gera nógv fyri Føroyar.
 
03.07.2026 - 05:45

Føroyar eru ikki gloymdar í samgonguskjalinum hjá donsku stjórnini.

Í skrivi til føroyanevndina hjá fólkatinginum stendur millum annað, at ongar altjóða avgerðir um Føroyar skulu takast uttan um Føroyar.

Hildið verður fram at tosa við landsstýrið um at nútíðargera ríkisfelagsskapin, millum annað um størri uttanríkispolitiskar heimildir. 

Stjórin ætlar at virka fyri, at donsku málsøkini í Føroyum, serliga dómsvaldið, vera nútíðargjørd.

Vil landsstýrið tað, er stjórnin til reiðar at tingast um lán til Suðuroyartunnilin.

Og kravið um málsligan førleika og løggilding hjá fólki í heilsuverkinum vil stjórnin eisini tingast um.

Hildið verður fram við arbeiðinum at geva Føroyum somu dupultskattaavtalur sum Danmark hevur.

Og stjórnin fer at virka fyri størri samstarvi millum Føroyar og ES. 

Haraftrat kemur sjálvstøðugur limaskapur í WTO, Norðurlandaráðnum og IOC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655