Ormurin Langi tók Havnarbátin í spurtinum

Ormurin Langi tók Havnarbátin í spurtinum
Havnarbáturin kom best frá byrjan og var fremstur leingi, men Ormurin Langi hevði mest eftir í tanganum síðstu metrarnar og tók kappingarneytan við frálíkum endaspurti
Jan Herman Hansen/RSF
09.07.2026 - 11:55

Tvídysturin millum Ormin Langa og Havnarbátin helt fram á fjarðastevnu.

Havnarbáturin vann á Norðoyastevnu, meðan Ormurin Langi fór við sigrinum á eystanstevnu og á jóansøku, og kappingin millum bátarnar var gróthørð í Vestmanna farna vikuskiftið.

Havnarbáturin fekk besta startin, og var fremstur stóran part av teininum, men Ormurin Langi helt høvdið kalt og yvirhálaði síðstu metrarnar við einum frálíkum endaspurti.

 - Vit trúgva somikið nógv upp á endaspurtin hjá okkum sjálvum og tað, at vit hava ein góðan endaspurt, so vit satsaðu upp á, at um vit gjørdu arbeiðið í miðróðrinum, so fingu vit endaspurtin, segði róðurskvinnan, Barbara Guðrunardóttir Højsted.

Tað eydnaðist hjá knørrabátinum, hóast ógvuliga lítið var ímillum bátarnar, sum komu um málið skot um skot. Aftur hesa ferð megnaði Klaksvíkingur ikki at bjóða av.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037