Rættargangurin skal dagførast

Rættargangurin skal dagførast
Uppskot er til hoyringar um, at broytingar, sum vóru gjørdar í lógini í Danmark frá 1. januar 2023 til 30. juni 2025, skulu eisini gerast í føroysku rættargangslógini
Rættargangslógin ásetur, hvussu berast skal at í rættinum.
 
09.07.2026 - 07:22

Rættargangslógin í Føroyum skal dagførast.

Uppskot er til hoyringar um, at broytingar, sum vóru gjørdar í lógini í Danmark frá 1. januar 2023 til 30. juni 2025, skulu eisini gerast í føroysku rættargangslógini.

Talan er um broytingar, sum eru viðkomandi at gera í føroysku lógini.

57 broytingaruppskot eru.

Broytingarnar skulu koma í gildi 1. juni næsta ár.

Hoyringarfrestin er 19. august.    

Rættargangslógin er millum tær drúgvastu lógirnar.

Yvir 1100 greinar eru í henni.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni.
216442