Størsti lønarvøksturin var í Sandoynni

Størsti lønarvøksturin var í Sandoynni
Tilsamans vóru goldnar 14 milliardir kr. í lønum frá juli 2025 til junií ár
Fólk, sum búgva í Sandoyar-økinum, fingu 12,6 prosent meira í løn, enn tey fingu frá juli 2024 til juni 2025.
 
16.07.2026 - 08:04

Størsti lønarvøkstur var í Sandoynni frá juli 2025 til juni 2026.

Fólk, sum búgva í Sandoyar-økinum, fingu 12,6 prosent meira í løn, enn tey fingu frá juli 2024 til juni 2025.

Minsti vøksturin var í Norðurstreymoy.

Hann var 3,9 prosent. 

Í Norðoyggjum var vøksturin 8,8 prosent, í Eysturoynni 7,3 prosent, í Vágum 6,3 prosent, í Suðuroynni 5,5 prosent og í Suðurstreymoy fimm prosent.

Lønarvøksturin hjá løntakarum, sum búgva uttanlands, var tvey prosent.

Tilsamans vóru goldnar 14 milliardir kr. í lønum frá juli 2025 til junií ár.

Hagtølini um lønir eru bara um lønir, sum fara gjøgnum samtíðarskattaskipanina. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846