Sólarmyrkingin í Føroyum verður 91 prosent

Sólarmyrkingin í Føroyum verður 91 prosent
Hóast sólarmyrkingin ikki er full, eiga vit at brúka rættar brillur, eins og í 2015, sigur Hanus Kjølbro á Veðurstovuni
Í 2015 var full sólarmyrking í Føroyum, men 12. august verður hon "bara" 91 prosent.
 
17.07.2026 - 08:46

Sólarmyrkingin mikudagin 12. august verður ikki full í Føroyum, sum hon var í 2015.

Hon verður 91 prosent.

Mánin fer at fjala 91 prosent av sólini.

Sólarljósið, sum sleppur fram við ovara kanti av mánanum, fer at lýsa næstan líka væl sum fult sólarljós. 

Tað skrivar Hanus Kjølbro á heimasíðuni hjá Veðurstovuni.

 


Hanus Kjølbro. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Men hóast sólarmyrkingin ikki er full, eiga vit at brúka rættar brillur líka sum í 2015, skrivar Hanus Kjølbro.

Sólarmyrkingin 12. august byrjar klokkan fýra minuttir í seks um kvøldið, og endar ein tíma og 54 minuttir seinni.

Hon verður størst klokkan seks minuttir í sjey. 

Tá sólarmyrkingin byrjar, er sólin í útsynningvestan úr Føroyum.

Tá myrkingin er størst, er sólin í beinan vestan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026