Vil hava ICES at eftirmeta grundarlagið hjá MSC

Vil hava ICES at eftirmeta grundarlagið hjá MSC
Uttanríkis- og Fiskimálaráðið hevur biðið ICES eftirmeta veiðiregluna fyri áseting av fiskidøgum í føroyskum sjógvi 
Upsin hevur MSC góðkenning.
 
22.07.2026 - 07:03

Uttanríkis- og Fiskimálaráðið hevur biðið ICES eftirmeta veiðiregluna fyri áseting av fiskidøgum í føroyskum sjógvi. 

Orsøkin er, sigur Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, at tey, sum varða av MSC góðkenningum hava gjørt vart við, at hava óheft fakfólk ikki eftirmett umsitingarætlanina og veiðiregluna fyri næsta árliga eftirlitið av MSC góðkenningini í desember, missa tey góðkenningarnar fyri fiskiskapin eftir upsa og hýsu.

Vera fleiri fiskidagar latnir enn veiðireglan sigur, hann tað ávirka úrslitið í eftirmetingini í ICES og arbeiðið hjá vinnuni at fáa MSC góðkenningar, sigur landsstýrismaðurin.

Bárður á Steig Nielsen hevur lógaruppskot um at lata bólki 5B 750 fiskidagar aftrat í ár.

Nógvur smáfiskur

Í fjør avreiddu bátarnir í bólki 5B 1066 tons av toski av landgrunninum.

Tað eru góð 10 prosent av øllum toski, sum var avreiddur.

Fyri stovnsrøktina hevur tað týdning, at bátar í bólki 5 avreiða meira smáan fisk enn hinir bólkarnir í fiskidagaskipanini. 

At verja smáfisk er týðandi fyri burðardygga og skynsama gagnnýtslu, sigur landsstýrismaðurin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576