Riggar væl at hava ólavsøkuframsýningina í Steinatúni

Riggar væl at hava ólavsøkuframsýningina í Steinatúni
Ólavsøkuframsýningin hevur í mong ár húsast á Listaskálanum, men vegna umbyggingar varð hon í ár flutt oman í Steinatún. Bygningurin hjá Tórshavnar kommunu riggar væl til høvi
 
30.07.2026 - 19:26

Nógv fólk hava verið á ólavsøkuframsýningini hjá Listafelagið Føroya, sum er á fleiri hæddum í bygninginum hjá Tórshavnar kommunu í Steinatúni. Listamaðurin Edward Fuglø hevur valt listaverk hjá umleið 90 listafólkum at vera við á framsýningini.

 

 

Ólavsøkuframsýningin hevur í mong ár húsast á Listaskálanum, men vegna umbyggingar varð framsýningin í ár flutt oman í Steinatún. Bygningurin hjá Tórshavnar kommunu riggar væl til høvi, og listafólkini lata væl at bygninginum, sigur Regin Vilhelm, kassameistari hjá Listafelagið Føroya. 

 

 

Framsýningin í ár er sera fjølbroytt og allir aldursbólkar eru umboðaðir. Aftrat hesum umboðar gongin millum hæddirnar listafólk, ið ikki eru millum okkum meir.

 

 

 

Súsanna Hjallnafoss, sum vitjaði framsýningina í dag, dámdi serliga væl listaverkið 'Sirkus' hjá Trygva Danielsen, men helt eisini, at úrvalið av list annars var gott. 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327