Meiri enn tak yvir høvdið

Tá nógv verður bygt í senn er lítið av tíð til umhugsan
24-08-2026
Tað sigur Jákup Pauli Johannesen, arkitektur: Tá tað eitt skifti varð bygt nógv í Danmark, var lítið av tíð til umhugsan, og hetta sást aftur í vantandi dygd

Upprunaliga var ætlanin at Jákup Johannesen skuldu byggja eina nýggj hús í Klaksvík. Tey áttu grundstykki og Jákup Pauli hevði teknað húsini, men seinri seldi hann grundstykkið og tekningina, tí familjan keypti húsini, ið vóru í familjuni hjá konu Jákup Paula. Og hetta var ein funkisbungalov, ið varð bygd í 1948.

Tey dagførdu húsini til teirra tørv, og seinri bygdu tey eina fitta íbúð omaná bilskýlið – og tað er ein áhugaverd søga fyri seg.

Meðan Jákup Pauli var undir útbúgving arbeiddi fleiri umførum hjá Tróndi Fuglø, arkitekti, eins og hann eisini arbeiddi í Danmark seinast í 1980-árunum til 1996, tá honum stóð í boði at fáa fast starv hjá Tróndi - nakað, ið hevði við sær, at Jákup Pauli og familjan fluttu aftur til Føroyar. Tróndur Fuglø og Jákup Pauli Johannesen stovnaðu tá teknistovuna Fuglø Arkitektar, sum seinri fekk navnið FuglArk.

 


Dømi um góða bústaðarbygging

Jákup Pauli heldur at gamla føroyska bygdin hevur nógvar dygdir, ið kunnu veita okkum íblástur, tá talan er um bústaðarbygging í dag, eitt nú tá tað snýr seg um støddarlutfallið millum bygd og fólk.

Jákup Pauli ger eitt nú vart við at føroyska bygdin er ein heild, tá tað tá snýr seg um snið, stødd og litir.

Og støddin á vegunum í gomlu føroysku bygdini kann eisini veita íblástur, tí vegirnir, ið eru til íbúðarøkið eru ofta alt ov breiðir. Harumframt er spurningurin, um gøtuljósini heldur skuldi mint um gøtuljósini, ið eru í viðarlundum – tað vil siga vakrari, og meiri poetisk.

Vit skulu ikki tráa eftir tí farna, men nøkrum grundleggjandi eginleikum, sum eru at finna í føroysku bygdunum, sigur Jákup Pauli.
 

(Funningur)

(Kvívík)

Hvussu tryggja vit okkum eina ávísa góðsku, tá fleiri túsund bústaðir skulu byggjast?

Jákup Pauli Johannesen sigur tað verða umráðandi at tíð er til at hugsa seg um í, nú nógvir bústaðir skulu byggjast í Føroyum, soleiðis at tað, ið bygt verður, hevur eina hóskandi góðsku.

Spurningurin er, hvønn veg vit fara arkitektoniskt, tí bygging er ein íløga í tey næstu 50 ella 80 árini ella – tá talan er um hvussu økini skulu skipast, enn longri. Her heldur Jákup Pauli, at ein gongd leið kundi veri at skipa nakrar yvirskipaðar hugskotskappingar, ið fyrst og fremst snúgva seg um tann filosofiska partin av at byggja, at búgva og at liva.
Og tað er ikki nóg mikið at lata marknaðin ráða.

Jákup Pauli Johannesen sigur, at eitt eru tey teknisku krøvini til bygningar, annað eru tær menniskjaligu dygdirnar, ið hava stóran týdning.


Serstaka uppgávan

Arkitektarnir fáa eisini eina uppgávu, har ið teir skulu fyrihalda seg til eitt par við tveimum børnum, sum skulu byggja. Tey eiga grundstykki og hava 2,5 milliónir krónur tøkar at byggja fyri. Og so er spurningurin hvussu Jákup Pauli Johannesen fyriheldur seg til uppgávuna.


Dømi um bygging, har ið sett varð út í kortið frammanundan

Tað eru fleiri dømi um, at sett hevur verið út í kortið, tá talan er um bústaðarbygging í Føroyum.

Við íblástri frá danska felagsskapinum ”Bedre Byggeskik”, gav H. C. W. Tórgarð í 1932 út bókina ”Føroysk hús”. Endamálið var at menna føroyskan arkitektur við støði í gomlum byggisiði og við nýggjum tilfari. Grundað á kanningar av føroyskum byggisiði og einfalda fornmálinum hjá ”Bedre Byggeskik” teknaði Tórgarð hús bygd úr gróti, viði og betong ella plátum.

Í 1961 skrivaði Føroya Sparikassi út kapping um eini føroysk sniðhús. Palle Gregoriussen, ið vann kappingina, bygdi í 1964 hesi húsini til sín sjálvs, og hann búði har til hann seldi tey í 1980. Tilsamans fimm hús vórðu bygd eftir hesari tekningini.

Palle sigur sjálvur, at ætlanin hjá Føroya Sparikassa upprunaliga var, at talan skuldi vera um eina lokala kapping, men Palle fekk víst sparikassanum til Danske Arkitekters Landsforbund, sum so skipaðu fyri kappingini. Sostatt varð ansurin fyri henni øktur, og fleiri fólk luttóku í kappingini.

Í februar 1969 skrivaði Tórshavnar býráð og Føroya Landsstýri út norðurlendsku almennu hugskotskappingina um býlingin úti í “Tinganesi, varðveiting og nýbygging”, og vinnararnir, ið vóru arkitektarnir Birthe Dahl, Torkel Dahl og Gunnar Hoydal, vóru funnir í september sama árið. 47 uppskot frá øllum norðanlondunum komu inn.

Orsøkin til hugskotskappingina var ógvusligi vøksturin í Havnini undanfarnu árini. Trýstið frá ferðsluni, ið áhaldandi gjørdist størri og størri og tí vaksandi tørvinum á handils- og skrivstovuhølum var vorðið so stórt, at hetta hótti við at oyðileggja tann søguliga gamla býarpartin úti á Reyni og Tinganes.

Endamálið var sostatt at fáa eitt grundarlag fyri hvussu økið kundi gagnnýtast framyvir, samstundis sum tað var umráðandi at tryggja tað serliga og søguliga við økinum. Og so at definera – útgreina, nakað so óítøkiligt sum “stemning”.

Í 1972 varð Gunnar Hoydal settur í starv sum býararkitektur í Havn. 

Seinast í 1960-árunum starvaðist Gunnar á donsku teknistovuni hjá Palle Dyreborg og Theo Bjerg, har ið ein av spurningunum, ið Gunnar Hoydal fekst við, var “hvørjar avmarkingar skulu ásetast fyri at geva íbúgvunum frælsi?”

Í 1967 tóku nøkur fólk stig til fyrsta danska búfelagsskapin - “Sættedammen” skamt frá Hillerød, sum varð tikin í nýtslu í 1972. Stigtakararnir vóru ónøgdir við verandi mátar at búgva uppá – øðrumegin villu kollektivini og hinumegin smáborgarligu sethúsaøkini.

Í dag telur búfelagsskapurin Sættedammen 70 fólk, ið búgva í 27 húsum. Búfelagsskapurin hevur eisini eitt stórt felags uttandura øki og eitt felagshús, sum eitt nú verður brúkt til veitslur og felagsdøgurðar.

Ein av arkitektunum, sum arbeiddi við hesari verkætlanini, var Gunnar Hoydal, ið her fekk nakrar royndir, ið komu sera væl við, tá hann sum býararkitektur setti skjøtil á fleiri týðandi verkætlanir í Havn.

Í 1974-75 tók hann stig til Kommansmýri, ið var fyrsta royndin, har ið dentur varð lagdur á at áseta nakrar treytir, soleiðis at býlingurin fekk eina heildarmynd, samstundis sum hvør einstakar kundi seta sín persónliga dám á bústaðin.

Gunnar Hoydal tók eisini stig til Tórsbyrgi, sum varð bygt í 1976-77.

(Tórsbyrgi)

Tórsbyrgi, ið telur 36 hús, sum eru bygd í samstarvi við teknistovuna Skaarup & Jespersen, fekk eins og Sættedammen í Danmark, fitt av mótstøðu, tí verkætlanin var so nógv øðrvísi enn tað, ið føroyingar vóru vanir við. Men í dag er júst Tórsbyrgi eitt tað best umtókta staðið at búgva í í Havnini.

Mótstøðan hevði við sær, at farið var ikki undir alternativa bústaðarbygging aftur fyrr enn fyrst í 1980-árunum, tá farið varð undir Berjabrekku, hvørs endamál var ein býarkend bygging við vardum uttandura økjum umframt einari ørgrinnu av valmøguleikum, tá talan var um stødd og snið av íbúð.

Talan var upprunaliga um 101 íbúðir í 11 ymiskum sløgum og sniðum, har ið høvuðslitirnir vóru reytt, gult og blátt, og harumframt úthús og karnappar í øðrum litum.

Og eitt av høvuðsendamálunum við Berjabrekkuverkætlanini hjá Tórshavnar kommunu í samstarvi við teknistovuna hjá Alberti Isfeld og Gudmundi S. Hansen var júst at fáa gleðina frá litføgru føroysku bygdini aftur í býarmyndina.

Tá tosað verður um íblástur frá føroysku bygdini eru bæði býlingurin millum Gilja og Inni á Gøtu dømi um góða bygging, har ið bæði tað individuella og heildarmyndin ganga hond í hond.

(Inni á Gøtu)

 

 

Meiri enn tak yvir høvdið

Komandi árini skulu einir 2.000 nýggir bústaðir byggjast í Føroyum. Men hvussu tryggja vit okkum at tað, ið bygt verður, hevur eina ávísa dygd, soleiðis at byggingin tænir teimum, ið skulu búgva har, samstundis sum nýggju bústaðirnir eisini leggja nakað gott afturat umhvørvinum, har ið bygt verður?

Tað sigur Jákup Pauli Johannesen, arkitektur: Tá tað eitt skifti varð bygt nógv í Danmark, var lítið av tíð til umhugsan, og hetta sást aftur í vantandi dygd
24-08-2026
Tað sigur Meduna Dalsgaard, arkitektur, sum saman við familjuni býr í gamla býlinginum skamt frá skipasmiðjuni í Havn
17-08-2026
Tað sigur Eyðun Eliasen, arkitektur, sum vísur á, at minkar tú húsini nakrar fáar fermetrar, kanst tú spara fleiri hundrað túsund krónur
10-08-2026
Tað sigur Annie Heinesen, arkitektur, sum heldur at grøn øki og útsýni hava stóran týdning
03-08-2026