Hevur tú ringan anda?

Hevur tú ringan anda?
Tá ið mann hevur gloymt at busta tenninar um morgunin hættar mann sær næstan ikki at tosa við nakran, tí hvat nú um onkur luktar tað? Tað er vanligt at hava ringan anda um morgunin - men ikki so torført at sleppa av við.
08.01.2014 - 12:45

Goymir tú eisini andlitið í turriklæðnum ella blusuni um morgunin, tí tú óttast, at onkur fer at lukta tín ringa morgunanda? Tað er ikki bara tú. Tað er ógvuliga vanligt at hava ringan anda um morgunin, men tíbetur er tað sera einfalt at sleppa av við trupulleikan, fortelja munngranskarar á universitetinum í Oslo á heimasíðuni videnskab.dk. Munnskol er ikki ein av loysnunum, so um tú nýtir tað, skalt tú steðga - tað kann gera ilt verri.

 

Tá ið mann hevur ringan anda, eru tað sum oftast bakteriur, ið hava skyldina, og lukturin kemur frá sjálvum munninum. Inni í munninum er ein riðil av mikroorganismum. Nakrar sita sum eitt lag á tonnunum, men størsti parturin goymir seg í lummum runt í munninum. Nógvar sita eisini í teimum heilt smáu holunum á tunguni. Hesar bakteriurnar sita og gnaða matrestir og annað, og tað ger, at andin luktar illa. Tá ið bakteriurnar niðurbróta proteinur, gera tær nevniliga gass, sum inniheldur svávul. Tit kenna ringa svávulluktin í Íslandi, sum luktar sum rotið egg - somuleiðis er við ringum anda.

 

Tað fyrsta at gera er at halda munnin reinan. Busta tenninar og tunguna og nýt tanntráð. Soleiðis sleppur mann av við bakteriurnar á tonnunum og tunguni, samstundis sum at mann sleppur av við matrestirnar, sum bakteriurnar liva av. 

 

Men sjálvt um tú bustaði tenninar í morgunstundini ella um kvøldið, áðrenn tú fórst í song, merkir tað ikki, at andin verður verandi góður. Tannbustin tekur nakrar av bakteriunum og matrestunum burtur, men tá ið tær, ið eru eftir, ikki hava nakað at eta, fara tær at eta deyðar kyknur ella proteinur úr okkara spýtti. Tí vaknar mann ofta við ringum anda um morgunin, sjálvt um munnurin er gullreinur. 

 

Um tú vilt hava góðan anda, snýr tað seg um hvørki at leypa morgunmatin um ella aðrar máltíðir. Sjálvt um vit vakna við einum smakki í munninum, sum minnir um lort, kann tað fiksast við morgunmati. Spýtt, matur og drekka hjálpa best ímóti ringum anda, tí tað skolar gassið í munninum burtur. Et regluliga og drekk vatn ímillum máltíðirnar!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.