Størri endurgjald

Størri endurgjald
Fáa yvir 4.000 krónur meira um mánaðin
Meira enn smápengar eru í hækkingini.
 
10.08.2026 - 08:23


Tey, sum missa arbeiðsinntøku, tí tey eru heima hjá barni, sum hevur brek ella varandi sjúku, hjá fólki, sum liggur fyri deyðanum ella hevur seinheilaskaða, fáa nú í mesta lagi 4.186 kr. meira um mánaðin úr landskassanum.

Hetta er eisini galdandi fyri foreldur, sum missa barn.

Sambært kunngerð, sum er komin í gildi, hækkar gjaldið úr 26.814 kr. um mánaðin upp í 31.000 kr.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329