Vil menna strandarrógving í Føroyum

Vil menna strandarrógving í Føroyum
Vár Guriardóttir Hansen, heimsmeistari í innandura rógving, skipar fyri rógvitiltaki á Ovastevnu, sum skal varpa ljós á sonevnda "coastal" rógving, sum verður OL-grein í 2028
Vár Guriardóttir Hansen venur í Argja Róðrarneysti
 
13.08.2026 - 11:18

Ovastevna er í Nólsoy um vikuskiftið, og eitt av mongu tiltøkunum á skránni er eitt rógvitiltak, sum Vár Guriardóttir Hansen, heimsmeistari í innandurarógving, skipar fyri.

Við tiltakinum, sum verður fríggjadagin kl. 18 og leygardagin kl. 14, bjóðar hon øllum at royna at seta heimsmet á 100 metrum. Metið hjá Vár er 14,6 sekund, og heimsmetið hjá monnum er 12,4 sekund. Tað eigur sjeikurin hjá Vár, Loïc Schalbetter, sum er úr Sveis. Hann verður eisini til staðar á tiltakinum.. 

Vár ætlar sær at menna sonevnda coastal rógving ella strandarógving í Føroyum, sum verður OL grein í 2028, og savnar pening inn til ein coastal bát. 

Í løtuni er bert ein dupultur "coastal" bátur í Føroyum, og ætlanin er at keypa ein bát til ein persón.

Vár sjálv ætlar sær at miðsavna seg um strandarrógving, og fer í næstum til úrtøku til danska landsliðið í hesari ítróttargrein, sum verður nýggj OL-grein í 2028.

Lurta eftir samrøðuni við Vár Guriardóttir Hansen, sum var í sendingini Summarmorgin, har hon greiðir frá kappingini, sínum ætlanum og um ítróttargreinini strandarrógving:

 

1826764

 

Til ber at síggja skránna fyri Ovastevnuna á Facebooksíðuni Ovastevna.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650