Eingin at manna sjúkrabilin

Eingin at manna sjúkrabilin
So torført er at manna sjúkrabilin í Miðvági, at hann var ómannaður í 30 samdøgur í fjør
 
17.08.2026 - 07:18

So torført er at manna sjúkrabilin í Miðvági, at hann var ómannaður í 30 samdøgur í fjør.

Tvey fólk eiga at manna bilin. Í 16 samdøgur var bara eitt fólk til bilin.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann.

Avbjóðingarnar hava verið serliga stórar seinasta hálva árið, sigur landsstýriskvinnan. 

Ein orsøk til manningartrotið er herd krøv um útbúgving.

Sjúkraflutningsviðgerar í Føroyum vera útbúnir í Danmark. 

Skúlagongdin er hálvtannað ár.

Og tá skulu onnur hava vaktirnar hjá teimum, sum eru í skúla.

Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at áhaldandi verður arbeitt við at útbúgva fleiri  sjúkraflutningsviðgerar.

Sáttmálin

Sambært sjúkrahúsleiðsluni koma batar næsta hálva árið. 

Landsstýriskvinnan vísir eisini á, at sáttmálin á økinum byggir á eitt gamalt prinsipp, sum sigur, at tey, sum skulu taka vaktirnar, skulu búgva í nærumhvørvinum. 
 
Hetta ger tað trupult at fáa fólk, sum ikki búgva í økinum, at taka vaktir í Vágum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Mono
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595