Hanus Hansen: MSC avgerandi týdning fyri upsavinnuna

Hanus Hansen: MSC avgerandi týdning fyri upsavinnuna
Meginparturin av upsanum verður seldur í Týsklandi og Fraklandi, har MSC-góðkenning er treyt fyri marknaðaratgongd og góðum prísum
Kósavirkið í Klaksvík arbeiðir eisini nógvan upsa. (Savnsmynd)
 
18.08.2026 - 11:55

MSC-góðkenningin hevur avgerandi týdning fyri føroysku upsavinnuna og  møguleikan at selja upsan á teimum stóru marknaðunum í Evropa; Fraklandi og Týsklandi.

Tað segði Hanus Hansen, formaður í Reiðarafelagnum, á Fiskivinnutinginum í Klaksvík í gjárkvøldið:

 

18082026_Hanus_um_MSC

 

Júst MSC-góðkenningin er komin í miðdepilin í kjakinum um ætlanina hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lata bátum í bólki 5B fleiri fiskidagar.

Eitt nú Ráfiskakeyparafelagið hevur ávarað um, at fleiri fiskidagar uttan um galdandi umsitingarætlan kunnu seta MSC-góðkenningina í vanda. 

Felagið vísir á, at meginparturin av føroyska upsanum verður seldur í Týsklandi og Fraklandi, har MSC-góðkenning er ein grundleggjandi treyt fyri marknaðaratgongd og góðum prísum.

Men Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, skilir ikki, hví fleiri fiskidagar til bólk 5B skulu fáa avleiðingar fyri MSC-góðkenningina av føroyska upsafiskiskapinum:

 

18082026_Bardur_um_MSC

 

Ljóðbrotini í innslagnum vóru frá Norðlýsinum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923