Útflyta meira enn vit innflyta

Útflyta meira enn vit innflyta
Føroyar útfluttu fyri 14,3 milliardir krónur frá juli í fjør til juni í ár. Innflutt var fyri 11,8 milliardir krónur.
 
21.08.2026 - 06:30

Føroyar útfluttu fyri 14,3 milliardir krónur frá juli í fjør til juni í ár. 

Tað eru 1,4 milliardir krónur meira enn frá juli 2024 til juni 2025, skrivar Hagstovan.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin góðar 1,4 milliardir krónur, 11,8 prosent. 

Útflutningurin til Kina er vaksin nógv.

Útflutningurin til Russlands minkaði 244 milliónir.
 

Innflutningur

Føroyar innfluttu fyri 11,8 milliardir krónur frá juli í fjør til juni í ár.

Tað eru 1,2 milliardir, 11,8 prosent, meira enn frá juli 2024 til juli 2025, skrivar Hagstovan.

Innflutningur av matvørum vaks næstan 374 milliónir krónur, 16 prosent. 

Innflutningsvirðið á brennievni og øðrum oljuúrdráttum vaks 48 milliónir krónur, 3,1 prosent. 

Men nøgdin minkaði.

Prísurin gongur upp og niður.

Hann var 4,20 kr. fyri liturin í februar, 8,50 kr. í apríl og 6,20 kr. í juni.

Innflutningurin úr ES hevur verið vaksandi síðani summarið 2024. 

Lond, sum ikki eru í ES, selja eisini til Føroya.

Har er innflutningurin úr Íslandi vaksin mest.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952