Til Sjómannadag við 142 ára gomlum fari

Til Sjómannadag við 142 ára gomlum fari
Gomlu træseglskipini hava ein týðandi leiklut á árliga Sjómannadegnum, og aftur í ár varð kósin sett til Klaksvíkar
Andras Vinther, skipari á Westward Ho, leggur ungu dreingjunum úr Leirvík lag á at stýra sluppini
Mynd: Tórður Mikkelsen  
 
24.08.2026 - 13:23
1828441

Fríggjakvøldið samlaðust gomlu træskipini í Leirvík, har siður er at skipa fyri felagssangi og øðrum undirhaldi fríggjakvøld.


Leygarmorgunin kl. 8 varð kósin so sett móti Klaksvík. Skipari á Westward Ho henda túrin er Andras Vinther, og hann greiðir í Summarmorgni frá. Tosað verður eisini við Hanns David Hansen, sum hevur siglt fast við Westward Ho síðani 2006. Og Hanna Jensen, forkvinna í mentanarnevndini í Eysturkommunu, hevur ofta verið við henda túrin úr Leirvík norður á Sjómannadagin og tað var hon aftur leygarmorgunin.


-Eg haldi at tað er nakað heilt serligt at koma siglandi inn á vánna í Klaksvík henda morgunin umborð á einum gomlum mentanararvi frá 1884, sigur Hanna Jensen.

 
13 ára gamli Benjamin og 12 ára gamli Jógvan, báðir úr Leirvík, sleppa at standa til róðurs umborð á Westward Ho og skiparin Andras Vinther leggur teimum lag á. Teir undrast at skipið kann vera 142 ára gamalt.


-Tað er avbera stórur áhugi fyri sluppunum, og vit verða bidnir um at koma við til øll møgulig tiltøk um summarið.  Og vit eru so hepnir, at fólkagrundarlagið hjá Westward Ho er so stórt og tí mangla vit ongantíð manning at sigla skipið, sigur Andras Vinther.


Hann sigur at teir verða altíð sera væl móttiknir á Sjómannadegnum. Veðrið á Sjómannadegnum í ár var framúr gott, so nógv fólk vitjaði umborð meðan sluppin lá við bryggju í Klaksvík.


Hini gomlu førini, sum vóru við í fylginum til Sjómannadagin hesaferð, vóru Jóhanna, Thorshavn, Dragin, og so teir báðir gomlu útróðrarbátarnir Norðan og Grinkil.

1828441

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244