B68 sent venjaran til hús

B68 sent venjaran til hús
B68 hevur slitið samstarvið við venjaran Alexandar Jovevic eftir tapið fyri Skála sunnudagin, og er farið at leita eftir nýggjum venjara
Alex Jovevic er ikki longur venjari hjá B68
Mynd: Andri Gerðisá/B68  
 
24.08.2026 - 17:44

B68 hevur sent venjaran Alexandar Jovevic til hús.

 - B68 hevur tikið avgerð um at enda samstarvið við Aleksandar Jovevic, sum hevur verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum í ár. Eisini gevst hjálparvenjarin Nenad Saric, skrivar fótbóltsfelagið á Toftum á Facebook-vanganum.

Uppsøgnin kemur eftir tapið fyri Skála á Svangaskarði sunnudagin, sum ger, at B68 í løtuni er fimm stig frá at bjarga sær plássið í Meistaradeildini, nú sjey umfør eru eftir at spæla. B68 er aftast við 15 stigum, 07 Vestur hevur 17 stig, og Skála og EB/Streymur hava 20 stig.

Gongdin hevur ikki verið góð í longri tíð, og toftamenn hava tapt sjey av seinastu átta dystunum í landskappingini, og tað hevur felagið nú tikið avleiðingarnar av.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595