Vár til EM í strandarrógving

Vár til EM í strandarrógving
Vár G. Hansen er tikin út til danska landsliðið, sum skal kappast um evropameistaraheitini í Beach Sprint í Suðurspania miðskeiðis í september
Vár G. Hansen er helst kendast fyri inniróður, har hon telist millum heimsins bestu, men nú roynir hon seg í strandarrógving
Mynd: World Rowing  
 
25.08.2026 - 13:30

Vár G. Hansen er tikin út til danska landsliðið, sum skal kappast um evropameistaraheitini í strandarrógving í september.

Rógvarin, ið helst er best kend í Føroyum sum ein av heimsins bestu innirógvarum, verður danska umboðið í greinini Beach Sprint í kappingini, sum verður í spanska býnum La Línea beint við markið til Gibraltar.

 - Hetta hevur verið eitt mál hjá mær allan vegin, so eg eri ótrúliga glað og stolt av at vera tikin út, sigur Vár G. Hansen.

 

Njóta upplivingina

Síðsta árið hevur hon lagt seg eftir serligu greinini, sum í stuttum snýr seg um at renna av strondini í bátin, rógva 250 metrar út og síðan innaftur, og so renna á mál á strondini.

Styttru teinarnir hóska Vár G. Hansen væl, og langttíðarmálið er Olympisku leikirnir í Los Angeles í 2028. Umstøðurnar at venja í Føroyum eru kortini ikki av teimum bestu, tí hóast Róðrarsambandið eigur strandarbátar til tvey, er eingin til ein enn.

 - Eg ætli mær fyrst og fremst at njóta upplivingina og gera mítt allarbesta. Málið er at gjøgnumføra róðrarnar væl, so eg verði nøgd við mítt egna avrik. Eg skal kappast ímóti úrvalsíðkarum, sum hava nógv betri møguleikar og umstøður til rógving í gerandisdegnum, enn eg havi her heima. Dreymurin er at koma í topp-16 í tíðarrógvingini, so eg sleppi víðari til knockout-rundurnar, sigur Vár G. Hansen.

 

260629_3_2_VAR_STRANDARROGVING

 

Kringvarpið var við, tá Vár G. Hansen og Sarita Kristina Hansen vandu í serstaka strandarbátinum fyrr í summar. 

 

 - Nú snýr tað seg um at blíva so væl fyri sum gjørligt, og fáa sum mest burtur úr tí, sum eg sjálv kann stýra. Eg havi ikki møguleika at venja regluliga í einum single-strandarbáti her heima, so fyrireikingin verður eitt sindur øðrvísi enn hjá nógvum av hinum. Ætlanin er tí at steðga í Danmark á veg til Gibraltar, so eg fái nakrar venjingar í bátinum, áðrenn kappingin byrjar, sigur Vár G. Hansen.

Fimm rógvarar kappast fyri Danmark í EM-kappingini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595