Bátar til Ukraina ikki smíðaðir enn

Bátar til Ukraina ikki smíðaðir enn
Peningur er á fíggjarlógini, og bátarnir verða væntandi lidnir næsta ár, sigur Uttanríkisráðið
Brim Boats á Eiði ger skjóttgangandi bátar.
 
27.08.2026 - 15:50

Teir báðir skjóttgangandi bátarnir, sum føroyingar í fjør summar lovaðu ukrainum, eru ikki smíðaðir enn. 

Bátarnir eru á fíggjarlógini í ár, men verða væntandi ikki klárir fyrr enn næsta ár, verður sagt úr Uttanríkisráðnum.

Tað var miðskeiðis í juli í fjør, at Sirið Stenberg, sum tá var landsstýriskvinna í uttanríkismálum, vitjaði forsetaborgina í Ukraina, og lovaði Volodymyr Zelenskyj, forseta, tveir skjóttgangandi bátar, sum skuldi smíðast í Føroyum.

Fýra milliónir krónur vóru settar av á fíggjarlógini í ár til bátarnar. 


Sirið Stenberg hitti Zelenskyj á forsetaborgini í Kyiv í fjør. 

 

Bátarnir eru ikki smíðaðir enn, og orsøkin er, at samskiftið við ukrainar, um hvussu bátarnir skulu útgerast, hevur verið gjøgnum donsku verjuna - Forsvarets Materiel- og Indkøbsstyrelse.

Hetta samskiftið hevur tikið longri tíð enn ætlað, sigur Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkismálaráðnum, í skrivligari viðmerking til Kringvarpið.

Avtala er gjørd við bátasmiðjuna Brim Boats á Eiði í summar, og bátarnir verða væntandi klárir at avhenda á vári í 2027, skrivar Herálvur Joensen.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27082026_Batar_til_Ukraina

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961