Einki uppskot um forboð fyri snildbrillum

Einki uppskot um forboð fyri snildbrillum
Løgmaður hevur svarað Bjørt Lind, løgtingskvinnu
Løgmaður sigur, at snildbrillur og onnur tól, sum kunnu taka myndir, ljóð og filmar, eru ikki ólóglig í sjálvum sær.
Mynd: SamMobile  
 
31.08.2026 - 08:40

Einki uppskot um lóg, sum setur forboð fyri snildbrillum/smartglasses, verður gjørt nú.

Men landsstýrið fylgir við, hvussu tøknin mennist, hvussu okkara grannalond handfara spurningin, og hvussu vit tryggja persónliga frælsið hjá tí einstaka. 

Tað er, um verandi lóggáva í nóg góðan mun verjir rættin til privatlív.

Tað sigur Beinir Johannesen, løgmaður, í svari til Bjørt Lind, løgtingskvinnu. 

Løgmaður sigur, at snildbrillur og onnur tól, sum kunnu taka myndir, ljóð og filmar, eru ikki ólóglig í sjálvum sær.

Bjørt Lind sigur, at seinastu tíðina eru nógv dømi um, at fólk, serliga kvinnur, eru tikin upp við snildbrillum uttan at vita av tí.

Upptøkan er síðani deild á sosialum miðlum, sigur hon.

Les alt svarið her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053